Í mínum arbeiði sum heimahjálp síggi eg ofta tann stóra tørvin á góðum undirklæðum og øðrum hjálpartólum til tey gomlu, veiku og skerdu.

 

Gjørdi so av at kanna um tað ikki fanst onkur fyritøka, ið hevði slíkt á sínum vørulista.

 

Eftir at hava kannað fleiri ymisk vørumerki og fyritøkur, havi eg valt at samstarva við Care-Design í Danmark.

 

Valdi Care-Design tí at fyritøkan framleiðir øll síni klæði v.m. sjálv, góðskan er framúrskarandi, prísirnir er í lagi og tað er lætt at bíleggja serstøddir av teimum ymsu klæðunum. 

 

 

 

Fá vitjan

 

Umframt at vitja stovnar har gomul og skerd búgva, so komi eg fegin á vitjan heim til tygara og vísi fram tað sum eg havi at bjóða.

 

Tygum skulu bara ringja til mín - so avtala vit nær tað liggur fyri.

 

Ein slík vitjan er sjálvandi óbindandi fyri tygum - er onki sum hevur áhuga, so er tað eisini í lagi.

 

Komi eisini fegin á vitjan fyri at taka mál til klæðir um tygum ikki kunnu brúka tær vanligu støddirnar.

 

 

Síðan verður dagførd...

 

 

 

 

 

 

Sunnvør Ljósá, tlf  747436  -  t-postur:    info@sunnvor.com

 

 

Sunnvør

 Undirklædi o.a. til eldri og skerd